Krosstein akupunktur

Krosstein Akupunktur heldur til í friðarligum umhvørvi, í kjallara hædd, so ongar trappur eru at ganga í. 
 

Katrin Krosstein

Í 2016 var eg liðug við mína útbúgving sum akupunktørur, ið eg havi tikið hjá Dansk Akupunktørskole.

Tað var ein útbúgving, ið tók gott tvey ár. Har lærdi eg bæði tann vanliga akupunkturin, sum vit kenna sum TCM, men eisini lærdi eg Oyra akupunktur og Abdominal Acupuncture (maga akupuntur).

Aftaná eg var liðug við mína útbúgving, tók eg eitt skeið í AcuNova, sum eg havi fingið prógv í. Tað er eisini eitt slag av akupunktur, sum arbeiðir við centralnervasysteminum, hvar man stingur runt um liðini, og sum er ein øgiliga effektivur viðgerðarháttur til at fáa pínu vekk við, og aðrar langtíðarsjúkur, so sum eygnasjúka, parkinson o.a.

Afturat AcuNova havi eg tikið prógv í Aculine/AcuChronic, sum er í familju við AcuNova. AcuChronic er serliga væl eygna til kroniskar sjúkur og AcuLine til pínu.

Í novembur 2016 og 2018 var eg í Kina, Beijing og fekk prógv uppá Master Tung akupunktur. Aftur eitt slag av akupunkturi, sum er øgiliga effektivt til bæði kroniskar og akuttar sjúkur/pínur. 

Nú ber so eisini til at fáa vakurleika akupunktur. Eg havi verið á skeið og tikið prógv innan vakurleika akupunktur, Tað hjálpir væl uppá rukkur, pirrur hjá serliga teim ungu, er gott fyri húðina, fær okkum at síggja yngri út.

Eisini havi eg útbúgving sum Zoneterapeutur, og tikið prógv innan NADA.

Klinik

TCM akupunktur er nakað, sum tey hava brúkt í Kina í meira enn 5000 ár. Tað hevur nógv við, at hava javnvág í kroppinum. Uttan javnvág, koma ofta sjúkur uppí, og við akupunktur er tað rímiliga lætt at fáa javnvágina uppá pláss aftur. Longri man gongur við pínu/sjúku, longri tíð tekur tað at fáa javnvág aftur í kroppin.

Tað eru fleiri sløg av akupunktur. Her á klinikkini, kann man fáa TCM akupunktur, oyra akupunktur, maga akupunktur og AcuNova akupunktur.

AcuNova bleiv uppfunni av einum danskara, sum eitur John Boel, tað byrjaði síðst í 1900 talinum. Síðan er hann blivin ógvuliga kendur uppá at kunna hjálpa fólki við eygnasjúkuni AMD, sum annars hava verið uppgivin av læknunum.

Man brúkar liðini í kroppinum, tá man stingur við AcuNova akupunktur.

AcuNova ella moderna akupunktur er eisini ordiliga gott fyri at fáa pínu vekk við, óðansæð hvar í kroppinum hon situr. 

Til vakurleika akupunktur nýtir man ikki bara nálir, fær man eisini massagu, guasha og masku aftrat.

Havi eisini tikið skeið innan fyri NADA, sum er øgiliga gott fyri psykuna. Tað hjálpir væl fyri: stress, fallin til alkohol/sigarettir, ótta, betri orku o.m.a.

Zoneterapi nýti eg nógv til pinkubørn, at hjálpa teimum við fortreð í maga/tarm og kolik. Tað er rættiliga effektivt. Summi kunna noyðast við eina viðgerð, meðan onnur kanska skula hava upp í 6 viðgerðir, tað er so ymiskt.

 

Samband

Hevur tú ein spurning til viðgerð ella vil tú bíleggja eina tíð, er tú vælkomin til at senda eini boð, við at útfylla kassan niðanfyri, ella við at ringja til mín á tlf: 281919

Svartíðin við mail, er innanfyri 24 tímar.


V/h
Katrin Krosstein