
AMD Eygnaforkálking
Tað eru tvey sløg av AMD, turt og vátt. AMD er ein eygnasjúka, sum í løtuni ikki kann gerast nakað við læknaliga, sum ger at man kann fáa sjónina aftur. Men við AcuNova akupunktur ella Master Tung akupunkturi, kann man gott fáa hjálp. Tað eru nógv sum kunna hjálpast. Tú fær ikki fulla sjón aftur, summi koma at lesa aftur uttan lesiglas, meðan onnur koma ikki at lesa aftur, men fáa eina betri sjón, soleiðis at tey hava lættari við at klára seg sjálvan. Í summum førum, kann tað steðga sjúkuni við at versna. Tað er ymiskt sum tað hjálpur. Tað er ein lívslang viðgerð um tað hjálpir, og tað er fyri at tað ikki skal versna aftur.

Grøn stær (Glaucom)
Glaucom er for høgt trýst í eygunum. Tá trýsti er for høgt, oyðileggur tað spakuligani nervakyknurnar í sjónsnervuni.
Um sjónskyknan ikki er heilt deyð, kann AcuNova endurskapað sjónskyknuna, og tú fer at síggja betur.

Retinitis Pigmentosa
Við kikarasjón kann AcuNova eisini hjálpa. Tað er gjørd ein kanning í Eysturríki, sum vísur á at akupunktur kann hjálpa uppá sjónina. Um ein fer inn á síðuna acunova.dk, kann man lesa meira um kanningina.

Diabetisk Retinopati
Við AcuNova kann man stegða at sjónin versnar, og sum eitt pluss blívur sjónin eisini betri. Viðgerðin til Diabetisk Retinopati er tvær viðgerður um dagin í 14 dagar. Fyrst 5 dagar so tveir hvíludagar og so aftur 5 dagar.
Eisini her er gjørd ein kanning av einum italienskum eygnalækna, les meira um tað á acunova.dk.