
Sclerose
Sclerosa er ein langtíðarsjúka, sum loypur á miðnervalagi (centralverasystemi). Her kann akupunkturur hjálpa, soleiðis at lívsgóðskan kann blíva væl betri.
Í einari kanning gjørd av MS Clinic (multipel sclerosa) á University of British Columbia, fingu 566 patientar við MS, alternativa viðgerð, har akupunktur var tann mest vanligasti hátturin.
Kanningin vísti, at akupunktur viðgerðurnar minkaðu um pínuna, betraði um bløruna og tarmarnar og minkaði um snurran og kensluloysi.

Tinnitus
Annar hvør, sum hevur tinnitus, kann hjálpast við AcuNova. Aftanå fyrstu viðgerð skal tað vera ein broyting í, annars skal viðgerðin stegðast, tí so riggar tað ikki.
Tann viðgerðin til tinnitus líkist tí til eygurni. 14 dagar tvær ferðir um dagin í fyrstu atløgu.
Ein annar máti er eisini Master Tung, tá er tað viðgerð 3 ferðir um vikuna.

Helvitiseldur
Helvitiseldur er eitt pínufult útslett, sum kemur av skoldkoppavirus.
Við AcuNova kann man sleppa av við ta ringu pínu og skriða, sum helvitiseldur gevur.

Allergi
Hoyfepur, nældefepur, astma, eksem.
Akupunktur kann hjálpa við allergi. Best riggar, um ein byrjar viðgerðina, nakrar vikur áðrenn árstíðin við ovurviðkvæmi byrjar. Men tað kann gott hjálpa, sjálvt um man byrjar aftaná at ovurviðkvæmi er byrja.