Krosstein Akupunktur

Vælkomin til mína heimasíðu. Her kanst tú kunnað teg um nakað av tí, sum eg kann bjóða á mínari klinik, m.a. akupunktur, zoneterapi og kosmetisk akupunktur.

Hevur tú brúk fyri meira vitan, so ber til at skriva ella ringja til mín.

Eygnasjúkur

AcuNova er serliga gott til tær eygnasjúkur, ið eygnalæknin ikki fær hjálpt so væl við. Til dømis AMD, grønt stær, blóðtøpp í eyga. Tað eru nógv fólk, sum fáa hjálp við at síggja betur. Eyguni verða kannaði, áðrenn byrja verður uppá viðgerðina, og aftaná at øll viðgerð er liðug.

Eisini er ein annar háttur, sum eg havi lært meg, og tað er Master Tung. Tað er eisini effektivt til at hjálpa uppá nógvar eygnasjúkur. 

Langtíðarsjúka

Við akupunktur kann man hjálpa rættiliga væl uppá langtíðarsjúkur, soleiðis at ein fær eina væl betri lívsgóðsku.

Oftast krevst tað, at ein skal ganga til viðlíkahald á leið einaferð um mánaðin.

 

Pína

Við akupunktur kann man fáa pínuna vekk rættiliga skjótt vekk, ella í hvussi so er, minka nógv um pínuna. Tað kemur eitt sindur an uppá, hvussi leingi man hevur havt pínu. Longri man hevur havt pínu, longri tíð tekur tað.

Tað skula bert 3 til 5 viðgerðir til at pínan minkar ella heilt hvørvur, men onkuntíð krevst tað fleiri viðgerðir, áðrenn man fær tað heilt gott.