Pína

Høvðupína

Tað eru fleiri sløg av høvuðpína, tann ringasta er nokk migrena. Tá krevur tað 5 viðgerðir dag um dag, fyri at fáa tað gott. 

Akupunktur er rættiliga effektivt til øll sløg av høvðupínu.

3-5 viðgerðir dag um dag, so skuldi pínan verið vekk.

Nakkapína

Pína í nakkanum kann koma av ymiskum orsøkum. So sum Fibromyalgi, koyrislbrestur (piskesmæld), diskusprolaps í nakkanum, spenningar í nakkanum o.a.

3-5 viðgerðir dag um dag, er tað tað tekur at fáa pínuna vekk. 

 

Diskusprolaps

ì dag verður man ikki opereraður fyri diskusprolaps, uttan so at tað er alneyðugt, og tað kann taka langa tíð, áðrenn man sleppur av við pínuna, alt eftir hvussi ringt tað er. 

Men við akupunktur, kanst tú sleppa skjótari av við pínuna, og uttan skurðviðgerð.

Er tað soleiðis at man er skurðviðgjørdur, og enn hevur nógva pínu, so kann akupunktur hjálpa tær, við at linna um pínuna.

Iskias

Við iskias, kann man hava ilt í lendunum, bøllunum ella beinunum. Pínan kann strála frá lendunum niður í annað beini ella bæði. Við akupunkur kann pínan fara vekk við fáum viðgerðum, alt eftir hvussi leingi ein hevur havt trupuleikan.

Hjá summum kann pínan koma aftur aftaná nakrar mánaðar ella hálvt ár, men við at fáa nakrar viðgerður aftur, kanst tú fáa pínuna vekk aftur.

Gikt

Við slitgikt, so verður bróski niðurbroti, og við AcuNova saman við kosttilskoti og styrkivenjing ,kann man í summum førum byggja bróski uppaftur. Um man bara fær akupunktur, so kann man minka um ella eisini taka pínuna vekk.

Liðagikt kann eisini viðgerðast við akupunktur. Kinesarar hava nýtt akupunktur til liðagikt í fleiri hundrað ár, við góðum úrslitið, og tað er jú eisini har akupunktururin stammar frá.

Gø situr sum oftast í hondliðinum ella í fótliðinum. Tá hevur ein ofta ilt, hovin, hiti í liðinum ella tað, at tað brakar í, tá ein brúkar liðið.

Her hjálpur akupunktur eisini rættiliga væl.

Ryggjapína

Ryggjapína kann verða so nógv, hald í rygginum, troytt í lendunum, o.a. men í flestu førum kann akupunktur hjálpa øgiliga væl. Har kann man bæði fáa cupping, guasha ella nálir fyri at taka pínuna vekk.

Ìtróttarskaðar

Ítróttaskaðar er nakað sum akupunktur er ordiiga gott fyri. Man fær í nógvum førum stytt um sjúkraleguna, tá tað snýr seg sum ítróttaskaðar. ìstaðin fyri at ikki kunna iðka ítrótt í vikur ella mánaðar, so kann man stytta um tíðna nakað væl skjótari við AcuNova akupunkturi. Men sjálvandi skal man ansa væl eftir, at sjálvt um pínan er vekk, so skal man taka tað róligt við venjingini.

Tað tekur 4 til 5 viðgerðir at fáa pínuna vekk ella at minka um pínuna rættilga nógv, men tað skal verða samanhangandi dagar. Tað ber eisini til at geva dupulta viðgerð, soleiðis at man fær tvær viðgerðir um dagin.